top of page

Jólahugni í 
Nólsoyarstovu

 Ein serlig uppliving áðrenn jólaborðhaldið

Les meira

Jólahugni í Nólsoyarstovu

Nólsoyarstova bjóðar tykkum eina heilt serliga uppliving í søguligu og hugnaligu stovunum. Stovurnar eru serstakar í útsjónd, sera hugnaligar og jólaprýddar. Løtan byrjar við eini frágreiðing av ríku søguni í húsunum - sum eru heilt frá 1700 talinum. Síðani verður bjóðað leskiligt ábit frá Katrinu Christiansen. Eftir hetta er løtan frí, og tit kunnu njóta stovurnar, háttalararnar og brúka sjónvarpið.

Leiga av høli í 2 tímar:

  • Upp til 10 gestir: 4.000 kr.

  • Upp til 18 gestir: 5.000 kr.

Ábit fyri hvønn:

  • Lítið tapasbretti við glasi av víni ella rabarbu juice: 170 kr. (+35 kr. fyri gløgg)

  • Stórt tapasbretti við glasi av víni ella rabarbu juice: 220 kr. (+35 kr. fyri gløgg)

  • Klassiskar holukøkur: 50 kr.

  • Holukøkur fyltar við dunnu ella lambi: 55 kr.

  • Rís a la mande við kirsuberjasós: 49 kr.

Ókeypis kaffi og te. Eisini er ein kahoot kapping til tey, ið ynskja. 

Við serstøku umstøðunum og leskiliga ábitinum, kunnu tit fáa eina serstaka byrjan upp á jólaborðhaldið. Vit tryggja ein serligan karm, har nærvera og hugni eru í fokus.

Bílegg

Tapas
Minni tapasbretti við vín/juice/gløgg
Størri tapasbretti við vín/juice/gløgg
Annað umframt tapas
Dagfesting
:
bottom of page